Samstarv við Natúrlig
Vilt tú gera samstarv við Natúrlig?🦋
Send okkum eina umsókn til hey@naturlig.fo við fylgjandi upplýsingum og viðheft gjarna nakrar myndir:
- Navn, aldur og aðrar viðkomandi upplýsingar
- Tíni áhugamál, og hví vit skulu velja teg
- Vís á tín Instagram/TikTok-vanga
- Hvørjum ert tú áhugað í?
Krøv til samstarv
- Tú hevur almennan vanga
- Tú hevur yvir 1.000 fylgjarar
- Tú leggur út á SoMe regluliga
- Tú hóskar til málbólkin hjá Natúrlig
- Tað er ein fyrimunur, um tú ert von við ella opin fyri at tosa við tínar fylgjarar á story
- At tú ikki hevur samstørv við kappingarneytar okkara
Vit elska autentiskt og erligt innihald 🙏
Fyri at tryggja eitt gott samstarv fyri báðar partar, hava vit nakrar einfaldar leiðreglur:
✨ Autentisitetur
- Sig altíð tína erligu meining
- Ikki stremba eftir at vera perfekt - bara ver tú
📦 Vørur & innihald
- Vørur verða sendar við tí endamáli at verða vístar í avtalaðum innihaldi
- Hvørt samstarv fevnir um tað innihald, sum er avtalað frammanundan
⏳ Tíðarfreist
- Innihald skal verða lagt út innan avtalaða freist (vanliga 30 dagar)
- Um okkurt óvæntað kemur ímillum, set teg vinarliga í samband við okkum skjótast gjørligt
🤝 Samskifti
- Vit virðismeta opið og erligt samskifti
- Einki svar í longri tíð kann føra til, at samstarvið verður mett sum ófullfíggjað
🔁 Um samstarv ikki verður fullfíggjað
- Um avtalað innihald ikki verður gjørt, kunnu vit biðja um, at virðið á vørunum verður goldið, ella finna eina aðra loysn saman
Vit vilja skapa góð, varandi sambond, og hesir karmar eru til fyri at verja bæði teg og okkum✨