Um handilin

Natúrlig er ein lítil familjurikin fyritøka, sum leggur dent á reinar og burðardyggar vørur.

Stutt eftir eg gjørdist við barn í 2018, var longu greitt, at barnið ikki skuldi í vøggustovu. Og tankarnir mólu og spurningar um búskap fyltu nógv: Fóru vit at klára okkum við einari inntøku? Var okkurt arbeiði, sum eg kundi gera heima, meðan eg eisini hevði lítla barnið heima? Vit settust at hugsa. Og knappliga ein dagin var tað sólarklárt: Eg skuldi lata upp ein toyblæunethandil! Og mammulig.fo varð fødd.

Við tíðini mentist nethandilin - og eg við. Vøruúrvalið gjørdist størri og brádliga kendist Mammulig ov snævurt. Eftir langa umhugsanartíð, varð avgerð tikin um at endurføða nethandilin.

Mammulig vol 2.0

Og soleiðis varð naturlig.fo til.

Høvuðshugsjónin er framvegis reinar og umhvørvisligar vørur.

Eg kanni allar vørur gjølla, lesi og granski tilfarslistar og slái eina rávøru og aðra eftir upp fyri at tryggja, at vøran er 100% rein og eiturfrí. Síðani royni eg sjálvi vøruna og sleppur hon gjøgnum nálareyga, verður hon at finna í nethandlinum. Tí bert tað besta og reinasta, er nóg gott.

Eg havi gjørt alt detektivarbeiði fyri teg, so tú trygt kanst keypa á naturlig.fo uttan at finna sjóneykuna fram.

- Una Nielsdóttir Galán // eigari