Elskbar
Luksus toybindpakkin
Luksus toybindpakkin
Lýsing
Lýsing
Velur tú toybind gagnar hetta tínum búskapi, vælveru og umhvørvinum. Les meira um fyrimunir við at nýta toybind her.
Hetta er í pakkanum:
Tú velur sjálv hvørji mynstur, tú ynskir. Skriva ynskir í viðmerkingarteigin. Skrivar tú einki, verða tilvildarlig mynstur vald.
Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum.
Nýtsla
Nýtsla
Bindið verður fest um trussurnar við trýstknappum á veingjunum. Knapparnir merkjast ikki. Veingirnar eru úr TPU, sum ikki sýgur, og tískil kemur einki blóð hinumegin bindið.
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
Tilfar
Tilfar
Uttan: 100% Polyester við TPU (thermoplastic laminate)
Innan: 85% Bambus / 15% Polyester
Vátposi: 100% Polyester við TPU (thermoplastic laminate)
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.
Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Toybindini kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60ºc.
Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Share

