Isangs

Veganskur rakikustur

Veganskur rakikustur

Vanligur prísur 330,00 kr
Vanligur prísur 330,00 kr Tilboðsprísur 330,00 kr
Tilboð Útselt
Íroknað MVG. Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Fá á goymslu

Við hesum rakikusri er skjótt og lætt at píska eitt tjúkt rakiskúm. Hetta er eitt dygdar handverk, sniðgivið við skafti úr vøkrum, burðardyggum blommutræi og veganskari bust.

    Lýsing

    • Mentur og hondgjørdur av týskum serfrøðingum
    • Mjúk, syntetisk bust
    • Sera haldbarur
    • Tornar skjótt

    Hvussu leingi heldur kusturin?

    Kann halda í mong ár við góðum viðlíkahaldi.

    Goymsla og viðlíkahald

    Skola bustina varisliga, men gjølla, í heitum vatni eftir raking. Rist varisliga avlopsvatni frá. Stilla bustina í eitt stativ, so hárini peika niðureftir. Alternativt ber til at stilla bustina uppeftir at torna. Legg ikki bustina vatnrætta, á síðuni, av tí at hetta kann gera, so øll hárini ikki torna.

    Nýtsla

    Halt rakikustinum undir heitum vatni í uml 30 sekund. Rist varisliga avlopsvatnið frá. Stoyt eitt sindur av vatni á rakisápuna. Gnýggja rakikustin runt á sápuni til tú hevur ríkiligt av sápu á kustinum. Koyr nakrir dropar av vatni í eina skál og píska rakikustin runt í skálini við skjótum, rundum og pumpandi rørslum. Tá tú hevur fingið eitt lekkurt, kremut skúm, smyrt tú tað á húðina, har tú ynskir at raka, í einum jøvnum lagi við kustinum.

    Stødd/Mongd

    Tilfar

    Vaskivegleiðing

    Spurningar?

    Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

    Veiting

    Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

    Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

    Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.