Elskbar

Byrjanarpakki til nýføðingin - Natural Newborn - 21 skift

Byrjanarpakki til nýføðingin - Natural Newborn - 21 skift

Vanligur prísur 4.173,50 kr
Vanligur prísur 4.910,00 kr Útsølu prísur 4.173,50 kr
Útsøla Útselt
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan
Byrjanarpakki til nýføðingin við Elskbar Natural Newborn-blæum og vátposa. Vel sjálv/ur mynstur á toyblæunum og vátposnum.
Hetta er í pakkanum:

Natural Newborn blæan frá Elskbar er ein AIO (all-in-one) toyblæa til nýføðingin, sum vigar 2,5-6 kg. Toyblæan hevur eina vatntætta skel og eina prefold úr bambusi.

Fittasta toyblæan, sum fæst í fleiri vøkrum, unisex mynstrum, og sum hevur eitt mjúkt og væl súgvandi innlegg, dupulta lekaverju og er sera løtt at nýta. Hetta er ein luksustoyblæa til nýfødda barnið frá fyrsta degi. 

Bygnaður

Natural Newborn toyblæan er sniðgivin til nýføðingar, sum viga umleið 2,5-6 kg. Toyblæan hóskar perfekt til lítlu nýføðingarumpuna, hevur eitt mjúkt og væl súgvandi innlegg úr bambusi og er sera løtt at nýta hjá nýggjum foreldrum. Og tað er júst tað, sum er týdningarmiklast, tá ein nýtir toyblæur til nýføðing.

Serligt við hesari toyblæuni er dupulta lekaverjan, sum megnar at halda flótandi skarninum inni. Eingin vandi fyri, at blæan fer at leka!

Til ber at nýta Natural Newborn toyblæuna frá fyrsta degi og í einar tveir mánaðir - alt eftir hvussu skjótt barnið veksur.

Hetta er ein AIO blæa, har innleggini kunnu knappast úr, sum ger, at hon tornar munandi skjótari, enn aðrar AIO blæur. Øll blæan skal til vask eftir nýtslu, av tí at skelin er klødd við súgvandi tilfari. Vit kunnu kalla hetta eina Snap-In-AIO.

Tilfar

Skel
Innan: 85% Bambus / 15% Polyester
Uttan: 100% Polyester við TPU-laminat

Innlegg
70% Bambus / 15% Polyester

GG! Skriva í viðmerkingarteigin, hvørji mynstur, tú ynskir, tá tú kemur til kassan. Velur tú einki ávíst, fært til tilvildarligar vørur, alt eftir hvat er á goymslu.

Fyrivarni verður tikið fyri útseldari vøru og mynstrum.

Sí vaskivegleiðing her.

Fá á goymslu: 4 eftir

Lýsing

Nýtsla

Stødd/Mongd

Tilfar

Vaskivegleiðing

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.