Elskbar
Skiftiundirlag
Skiftiundirlag
Pusliundirlagið frá Elskbar er vakurt, snilt og lætt at nýta. Rulla saman, knappa og goym í puslitaskuni.
Fá á goymslu: 1 eftir
Lýsing
Lýsing
Skiftiundirlagið hevur eina síðu úr TPU við vøkrum mynstri og eina síðu við mjúkum bambusfrotté, sum barnið liggur væl á.
Perfekt at hava við út av húsinum, á almenn ves, sum undirlag í fuktigum lendi, sum undirlag til blæufría tíð í búklegu ella sum eitt mjúkt teppi til tey smáu.
Skiftiundirlagi kann lættliga rullast saman og knappast við snilda stroppinum og er ómakaleyst at hava í taskuni, tá tú fert út av húsinum við pinkubarninum.
Nýtsla
Nýtsla
Legg skiftiundirlagið undir barnið, tá blæan skal skiftast. Rulla saman, knappa og goym í puslitaskuni.
Skiftiundirlagið kann eisini nýtast sum eitt vatntætt lag í bilstólinum ella á sofuni, tá barnið venur seg av við blæuna. Vend mjúku, súgvandi síðuna upp, so smáu óhappini verða fangað.
Skiftiundirlagið kann eisini nýtast við gløttu síðuni upp sum undirlag, tá barnið etur. Turka eftir undirlagnum og nýt aftur.
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
Stødd
70x47 cm
Tilfar
Tilfar
Uttan: 100% Polyester við TPU (Thermoplastic Laminate)
Innan: 85% Bambus / 15% Polyester
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Share












