Umbýtingarrættur
Umbýting
Vøran kann býtast um innan 14 dagar eftir veiting, um hon er í sama standi, sum tá hon varð keypt - t.v.s. vøran má ikki vera pakkað út, vaskað e.l. Vøran kann býtast til reiðan pening ella aðra vøru.
Tú skalt skrivliga boða frá við telduposti til hey@naturlig.fo, um tú ynskir at nýta umbýtingarrættin. Um vøran ikki er í sama standi, sum tá hon var nýggj, kann tað vera møguligt at fáa partvíst endurgjald eftir hvørjum standi, vøran er í. Hetta verður mett í hvørjari einstakari støðu.
Undandtøk til umbýtingarrætt eru hesi:
Gávukort kunnu ikki býtast við reiðan pening
Vørur keyptar á útsølu kunnu ikki býtast um við aðra vøru ella reiðan pening
Veitingarkostnaður verður ikki endurgoldin
Vinarliga boða okkum frá á mammulig@gmail.com og send vøruna til Áarrás 7, 160 Argir. Til ber eisini at koma framvið við vøruni eftir avtalu.
Kundin hevur ábyrgd og heftir fyri vøru, sum verður send aftur, um hon møguliga verður skødd ella burturmist. Tískil viðmæla vit at senda við sporing ella sjálvi at koma við vøruni.
Reklamatiónsrættur
Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum ein teldupost á hey@naturlig.fo. Tá feilurin er staðfestur, kann vøran býtast til reiðan pening ella nýggja vøru. Reklamatiónsrætturin fellur burtur eftir 24 mánaðar og er treytaður av, at feilurin ikki kemur av skeivari nýtslu ella viðgerð av vøruni, sum til dømis at vaska toyblæurnar skeivt.
Tú skalt senda okkum ein teldupost á hey@naturlig.fo og gjølla greiða frá, hvør feilurin er, og hví tú ynskir at nýta reklamatiónsrættin. Tá tú sendur vøruna til okkum, verður tú biðin um at pakka hana væl inn. Naturlig.fo rindar afttursendingina, um skaðin er váttaður.