Imse + Vimse

Stóri toybindpakkin

Stóri toybindpakkin

Vanligur prísur 1.655,80 kr
Vanligur prísur 1.948,00 kr Útsølu prísur 1.655,80 kr
Útsøla Útselt
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan
21 toybind & vátposi. Velur tú toybind gagnar hetta tínum búskapi, vælveru og umhvørvinum. Les meira um fyrimunir við at nýta toybind her.

Lýsing

Tú velur sjálv hvørjar litir og mynstur, tú ynskir. Skriva ynskir í viðmerkingarteigin. Skrivar tú einki, verða tilvildarlig mynstur vald.

Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum.

Nýtsla

Stødd/Mongd

Hetta er í pakkanum:

Tilfar

Vaskivegleiðing

Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.

Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Toybindini kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60ºc.

Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Sí neyvari vaskivegleiðing her.

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.