The Witchery CPH
Andlitsolja við Náttlýsi (Evening Primrose) - Kvinnuheilsa
Andlitsolja við Náttlýsi (Evening Primrose) - Kvinnuheilsa
Fá á goymslu
Náttlýsisoljan er upprunaliga sett í samband við kvinnuheilsu og hormonskipanina. Oljan er eisini ein framúr fuktgevandi olja, ið bæði grøðir, vætar og er røktandi - og hóskar eisini til viðkvæmastu húðina.
Lýsing
Lýsing
- fylt við vitamin E
- sera rík í linolsýru
- endurnýggjar og lekir húðbarrieruna
- verjir, yngir og sissar húðina
- stimbrar kollagenframleiðsluna
- ein fantastisk olja til dermatitis, psoriasis og eksem
- uttan eftirgjørd evni, ílatingarevni, íblandingarevni og skaðilig evni annars
- nýt innan 12 mánaðir eftir ásetan, halt burtur frá beinleiðis sólarljósi
- andlitsoljurnar hava onga grundolju. Tær eru gjørdar við at kaltpressa fræini, sum standa á vøruheitinum (í hesum føri náttlýsi)
Fyrimunir við náttlýsi
Náttlýsi er ein sera vanlig planta, sum er ein av mætastu lekjandi urtum. Blóman letur seg upp um kvøldið, tá friður spreiðir seg yvir akrar og engur.
Oljan er gjørd úr kaltpressaðum náttlýsisfræum og er upprunaliga brúkt at lekja og fáa kvinnuligu hormonskipanina í javnvág og er sett í samband við kvinnuheilsu.
Náttlýsi er sera rík í linolsýru (74%), sum lekir og endurnýggjar húðbarrieruna. Eisini er hon sera rík í vitamin E, sum er besti natúrligi antioxidantur og mýkjari, og omega-6, ein feittsýra, sum hjálpir at mýkja og lekja húðina. Oljan er sera góð til hormonala húð.
Andlitsoljan við Náttlýsi hjálpir at fyribyrgja útbrot og er viðmæld til allar húðypir, eisini sartastu húðina.
Nýtsla
Nýtsla
Koyr 3-5 dropar í lógvan og massera í húðina. Viðmælt er at nýta oljuna um morgunin og tá húðin annars hevur brúk fyri eitt sindur av kærleika.
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
30 ml - røkkur umleið 2 mánaðir
Tilfar
Tilfar
Oenothera Biennis Oil
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Deil
