Nani

Alaska Villlaks Omega 3

Alaska Villlaks Omega 3

Vanligur prísur 285,00 kr
Vanligur prísur 285,00 kr Tilboðsprísur 285,00 kr
Tilboð Útselt
Íroknað MVG. Veitingarprísur verður roknaður við kassan
Mongd

Fá á goymslu

Alaska Villlaks Omega 3 er ein fiskaolja, sum varisliga er vunnin úr villlaksi í reina, klára vatninum í Alaska. Oljan verður kaltpressað og beinleiðis íhylkjað frá nýfangaða fiskinum, sum varðveitir upprunaliga triglyceridformin og natúrligu feittsýrujavnvágnna við EPA og DHA - júst sum í einum bita av villlaksi.

Varliga handfaringin merkir, at oljan hvørki uppkonsentrerað ella upphitað. Úrslitið er ein frísk og rein omega-3 fiskaolja, sum harumframt hevur eitt natúrligt innihald av astaxanthin frá føðslukelduni hjá laksi, nevniliga krill. Tað er astaxanthininnihaldið, sum gevur sermerkta, appelsingula litin.

Eitt góðskutilvitað val til tín, sum ynskir eina omega-3 fiskaolju við denti á frískleika, virðing fyri stovninum og upprunaligu feittsýrujavnvágnni í oljuni.

Lýsing

🐟 omega-3 ískoyti í sínum natúrliga triglyceridformi
🐟 EPA og DHA feittsýrur í natúrligari styrki
🐟 dagligt inntak av 250 mg EPA og DHA viðvirkar til vanligan hjartavirknaða
🐟 dagligt inntak av 250 mg DHA viðvirkar til at viðlíkahalja vanligan heilavirknaða og sjón

Nani er sera errin av sínari fiskaolju, sum varliga er vunnin úr burðardygt fangaðum villlaksi í reina, klára vatninum í Alaska. Villaksurin verður fangaður soleiðis, at stovnurin ikki verður ávirkaður. Umframt sínar mongu góðu eginleikar, gýtur hetta laksaslagið nevniliga bert eina ferð og doyr síðani, sum ein natúrligur partur av sínari lívsringrás. Fiskurin verður fangaður, eftir hann hevur lagt síni egg og áðrenn hann doyr, fyri at tryggja eina feska og reina olju. Hereftir verður oljan kaltpressað og beinleiðis íhylkjað frá nýfangaða fiskinum, og er oljan tískil hvørki uppkonsentrerað ella upphitað. Á hendan hátt verður natúrligi triglyceridformurin varðveittur og somuleiðis upprunaliga feittsýrujavnvágin. Tað serliga við villlaksoljuni er, at hon er natúrliga rík í astaxanthin, sum eisini gevur valllaksoljuni sín vakra og sermerkta appelsingula lit. Tá tú velur fiskaoljuna frá Nani, líkist hon mest av øllum ta oljuni, tú hevði fingið í einum petti av villlaksi frá fiskaranum.

Nani linkar ongantíð síni krøv um goðsku, og hevur sera høg krøv um burðardygd, reinleika og feskleika. Fiskaoljan stavar altíð úr nýfangaðum villlaksi, har fyrilit eru tikin fyri stovninum. Oljan verður harumframt bert pressað úr teimum pørtunum av fiskinum, sum ikki verða nýtt til matna, og viðvirkar framleiðslan at minka um tilfeingisoyðsl.

Nýtsla

Fiskaoljan er natúrliga rík í omega-3 feittsýrunum EPA og DHA, sum viðvirkar til vanligan hjartavirknaða. Gagnliga ávirkanin fæst við dagligari inntøku av 250 mg EPA og DHA.

DHA viðvirkar til viðlíkahald av vanligum heilavirknaða og sjón. Gagnligu árinini fáast við at inntaka 250 mg DHA dagliga.

Ert tú við barn, kann eitt ískoyti av omega-3 serliga viðmælast, tá inntøkan av DHA viðvirkar til vanliga menning av heilanum og eygunum hjá fostrinum. Viðmælda inntakið verður tryggjað við at taka tvífaldaðan skamt av Alaska Villaks Omega-3, t.v.s. 6 kapslar.

Stødd/Mongd

  • 90/180 kapslar
  • 3 kapslar/dagin
  • nokk til 30/60 dagar

Tilfar

Olie fra Alaska Sockey LAKS (Oncorhynchus nerka).

Kapsel: (gelatine (FISK), vand, glycerin).

Antioxidant: (naturlige blandede tocopheroler, astaxathin).

Vaskivegleiðing

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.