The Witchery CPH

Andlitsolja við Blommu & Granatepli (Plum & Pomegranate) - Kraftmikil fuktari

Andlitsolja við Blommu & Granatepli (Plum & Pomegranate) - Kraftmikil fuktari

Vanligur prísur 399,00 kr
Vanligur prísur 399,00 kr Tilboðsprísur 399,00 kr
Tilboð Útselt
Íroknað MVG. Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Útselt

Ein veruliga kraftmikil, fuktgevandi olja: Andlitsoljan við blommu- og granatepli er kaltpressað úr frískum kjarnum. Oljan hevur ein vakran lukt við mildum nótum av marsipani. Viðmæld til tín sum hevur turra, búnað húð og húð við eksem og psoriasis.

Lýsing

  • fylt við vitamin E og antioxidantum
  • ein frálíkur fuktari til turra, búna húð og húð við eksem og psoriasis
  • viðmæld gjøgnum barnsburð, eftirføðingartíðina og í skiftisárunum
  • rík í polyfenolum, sum hjálpir húðini at lekja eftir sólskaða, sólblettar og misliting
  • nýt morgun og kvøld
  • til allar húðtýpir, serliga turra húð (hetta er ein sera vælumtókt olja millum tær, sum eru í skiftisárunum)
  • angi: marzipan
  • uttan eftirgjørd evni, ílatingarevni, íblandingarevni og skaðilig evni annars
  • nýt innan 12 mánaðir eftir ásetan, halt burtur frá beinleiðis sólarljósi
  • andlitsoljurnar hava onga grundolju. Tær eru gjørdar við at kaltpressa fræini, sum standa á vøruheitinum (í hesum føri blomma og granatepli)

Hetta er ein 100% no-waste olja, av tí at fræini koma frá matframleiðslu og annars høvdu verið burturbeind. Øll fræ eru úr Evropa og eru sera frísk, tá tey verða pressað.

Fyrimunir við Blommu & Granatepli

Um tú hevur turra húð, eksem ella psoriasis, eigur tú at umhugsa at nýta hesa oljuna.

Hetta er ein frálíkur natúrligur fuktgevari, sum mýkir og røktar húðina.

Blommuolja hevur líknandi eginleikar sum arganolja (mýkir, røktar og hjálpir við misliting og yngir húðina), men ólíkt arganolju (sum als ikki er burðardygg), er blommuoljan púra no-waste og pressað úr fræum, sum annars høvdu verið burturbeind.

Granatepliolja er vísindaliga prógvað at vera antiinflammatorisk og hjálpir húðini munandi við oxidativum stressi (umhvørvisskaðum)

Nýtsla

Koyr 3-5 dropar í lógvan og massera í húðina. Viðmælt er at nýta oljuna um morgunin og tá húðin annars hevur brúk fyri eitt sindur av kærleika.

Stødd/Mongd

30 ml - røkkur umleið 2 mánaðir

Tilfar

Punica Granatum Seed Oil / Prunus Domestica Seed Oil

Vaskivegleiðing

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.