The Witchery CPH
Andlitsolja við Blommu & Rósuber (Plum & Rosehip) - Kraftmikil fuktari
Andlitsolja við Blommu & Rósuber (Plum & Rosehip) - Kraftmikil fuktari
Fá á goymslu
Ein veruliga kraftmikil fuktgevandi og yngjandi olja: Andlitsoljan við blommu- og rósuberum er kaltpressað úr frískum kjarnum. Perfekt til turra, búnað húð og í køldum veðri. Hetta er ein enn meira fuktgevandi olja enn andlitsoljan við blommu og granatepli.
Lýsing
Lýsing
- fylt við vitamin A, E og C - antioxidantar, sum verja húðina móti umhvørvisskaðum
- hjálpir at lekja bruna
- stimbrar kollagenframleiðsluna
- stimbrar endurnýggjan í húðini
- hjálpir móti flekking, pigmentblettum og sólskaðum
- Fuktar í dýpdini og er fantastisk til kaldari veðurlag
- nýt morgun og kvøld
- tviðmæld til turra, búnað húð, kaldari veðurlag. Eisini til sartastu húðina
- uttan eftirgjørd evni, ílatingarevni, íblandingarevni og skaðilig evni annars
- nýt innan 12 mánaðir eftir ásetan, halt burtur frá beinleiðis sólarljósi
- Andlitsoljurnar hava onga grundolju. Tær eru gjørdar við at kaltpressa fræini, sum standa á vøruheitinum (í hesum føri blomma og rósuber)
Fyrimunir við olju úr Blommu & Rósuber
Andlitsoljan við Blommu & Rósuber er gjørd við at kaltpressa fræ úr blommu og rósuber og er ein sera lekjandi og yngjandi olja.
Fyrimunir við rósuberolju: fylt við vitamin A, E og C. Hon er ein av mest lekjandi og yngjandi oljunum. Rósuberolja verjir húðina móti umhvørvisskaðum, hjálpir móti bruna og javnar húðarlitin.
Vitamin C og A stuðla undir kollagenframleiðsluna, sum vætar, yngir, lekir húðina og heldur hana tjúkka, fríska og elastiska. Vitamin C verjir húðina og vitamin A hjálpir henni at endurnýggjast skjótari.
Blommufræoljan er sera fuktgevandi og floyalsmjúk olja, sum heldur húðina fríska og læsir vætuna inni, og er fylt við vitamin E og antioxidantum, sum halda húðina mjúka og væl vætaða. Blommuoljan inniheldur polyfenolir, antioxidantir, sum hjálpir húðini at lekja eftir sólskaða.
Nýtsla
Nýtsla
Koyr 3-5 dropar í lógvan og massera á húðina. Nýt húðtonik fyrst fyri besta úrslit.
Andlitsoljan við Blommu & Rósuber er bæði viðmæld at nýta um morgunin og um kvøldið. Nýt eisini oljuna tá tú annars kennir teg eitt sindur turra, til dømis til arbeiðis, eftir venjing ella í flogfarinum.
Oljan er viðmæld til allar húðtýpir, serliga turra, búnað húð, og til tín, sum býr í kaldari veðurlagi og ynskir at verja húðina frá vindi, regni og kulda.
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
30 ml - røkkur umleið 2 mánaðir
Tilfar
Tilfar
Prunus Domestica Seed Oil
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Deil
