The Witchery CPH

Andlitsolja við Brokkoli & Gularót - Natúrligt retinol

Andlitsolja við Brokkoli & Gularót - Natúrligt retinol

Vanligur prísur 399,00 kr
Vanligur prísur 399,00 kr Tilboðsprísur 399,00 kr
Tilboð Útselt
Íroknað MVG. Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Á goymslu

PREORDER: Vøran er í Føroyum í viku 10 og verður veitt tær skjótast gjørligt.

Andlitsoljan við brokkoli & gularót eigur at vera fastur partur av kvøldrutinuni hjá øllum, sum ynskja natúrligt retinol. Hetta er ein sera løtt olja, sum er viðmæld til tín, sum er 30+, hevur búnað húð, akna ella aldrandi húð. Og so angar andlitsoljan fantastiskt!

Lýsing

Ein av bestu keldunum til natúrligt retinol fyri at halda húðina sunna og slætta.

  • yndislig blanding av brokkoli- og gólarótafræoljum
  • til allar húðtýpir: serliga búnað, akna og aldrandi húð
  • sera løtt olja, sum ikki feittar
  • kelda til natúrligt retinol (A-vitamin)
  • rík í vitamin E, sum bøtir og verjir húðina
  • stimbrar kollagenframleiðsluna og hjálpir húðini at endurnýggja seg sjálva

Hetta lítla gullgerðarevni hjálpir húðini at halda seg sunna og tónaða

Andlitsoljan við Brokkoli & Gulatót er eitt yndisligt bland av kaltpressaðum brokkoli- og gularótafræum, ein natúrlig kelda til plantu-retinol (A-vitamin) og vitamin E.

Umframt at vera rík í vitamin A og E, er henda jarðkenda oljan full av antioxidantum, sum hjálpa húðini at bøta um umhvørvisskaðar, so sum kulda, UV stráling, luftdálking og tíð. Oljan er fylt við feittsýrum, sum hjálpa húðini at endurnýggja seg sjálva og halda seg sunna. Høga mongdin av línoljusýru stimbrar samevning av ceramidum í ovasta lagnum av húðini, sum ger húðina vætaða, sunna og mjúka.

Oljan er viðmæld til tín, sum stúrir fyri hjáárinunum av tilevnaðum retinol og ynskir eitt natúrligt alternativ. Oljan er mild og kann nýtast dagliga. Viðmælt er at nýta oljuna um kvøldið, tá húðin hvílir.

Sera lekjandi andlitsoljan er eisini viðmæld til tín, sum stríðist við kroniska turra húð, psoriasis og eksem.

Nýtsla

Koyr 3-5 dropar í lógvan og masserað í húðina. Kann nýtast bæði morgun og kvøld, og tá húðin annars hevur tørv á kærleika.

Stødd/Mongd

30 ml - røkkur umleið 2 mánaðir

Tilfar

Daucus Carota Sativa Seed Oil / Brassica Oleracea Seed Oil

Vaskivegleiðing

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.