The Witchery CPH

Reinsiolja - Spinat & Tistil

Reinsiolja - Spinat & Tistil

Vanligur prísur 259,00 kr
Vanligur prísur 259,00 kr Tilboðsprísur 259,00 kr
Tilboð Útselt
Íroknað MVG. Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Fá á goymslu

Reinsiolja úr spinati og tistli, sum endurnýggjar húðina og stimbrar kollagenframlriðsluna. Oljan lyftir varliga óreinleikar, makeup og deyðar húðkyknir uttan at tippa porurnar.

Lýsing

  • fylt við vitamin E og A
  • sera mýkjandi, endurnýggjandi og yngjandi
  • typpir ikki porurnar
  • hjálpir at verja húðina og heldur fuktini inni
  • lyftir deyðar húðkyknur, beinir fyri óreinleikum
  • antiinflammatorisk og hevur lekjandi eginleikar
  • miðal tjúkk
  • inniheldur eingi eftirgjørd evni, ílatingarevni, og skaðilig evni annars
  • nýt innan 12 mánaðir eftir upplating, halt burtur frá beinleiðis sólarljósi og hita
  • EU fræ

PS. Á fløskuni er ein tastivilla. Thistle er stavað Thristle (vit mugu bara flenna eftir tí!)

Fyrimunir við olju úr spinat + tistil

Reinsioljan við Spinat + Tistil er rík í vitamin E og A. Vitamin E sissar og mýkir húðina, meðan vitamin A hjálpir húðini at endurnýggjast og lekjast skjótari.

Spinatolja er sera rík í vitamin A, sum endunýggjar húðina og stimbrar kollagenframleiðsluna.

Tistilolja er nýtt í húðrøkt í øldir og mýkir og verjir húðina.

Oljan liftir varliga óreinleikar, makeup og deyðar húðkyknir.

Nýtsla

Koyr eitt sindur av vatnið á húðina, stoyt olju í lógvan (mongd sum svarar til eina mynt) og massera í húðina.

Koyr meira vatn á húðina og tak burtur oljuna við einum lappa. Endurtak til húðin er rein. Ein annar háttur er at leggja ein glóðheitan lappa á andlitið og dampa húðina og síðani varisliga turka oljuna av.

Tað kann vera neyðugt at vaska tvær ferðir, um tú til dømis nýtir nógv smyrsl.

Stødd/Mongd

100 ml

Tilfar

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.