Imse + Vimse
Dagbind - Uttan knapp (3 stk)
Dagbind - Uttan knapp (3 stk)
Hesi toybindini uttan knapp eru væl egnað til tín við aktivum lívsstíli. Perfekt til tín sum súkklar ella ríður, tí her er eingin knappur, sum kann irritera.
Fá á goymslu: 9 eftir
Lýsing
Lýsing
Fest toybindið við at falda tað um trussurnar.
Toybindið er úr 100% vistfrøðiligari bummull. Væl egnað til gerandisnýtslu fyri útfloð ella lætta bløðing.
Trý toybind eru í pakkanum.
Mát
22×7,5 cm
Nýtsla
Nýtsla
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
3 stk
Tilfar
Tilfar
100% Vistfrøðilig Bummull
Baksíða: PUL
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.
Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Toybindini kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60ºc.
Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Share



