Best Seller

The Witchery CPH

Eygnarullari við Agurku & Basilikum

Eygnarullari við Agurku & Basilikum

Vanligur prísur 245,00 kr
Vanligur prísur 245,00 kr Tilboðsprísur 245,00 kr
Tilboð Útselt
Íroknað MVG. Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Á goymslu

Ein frálík oljublanding av agurku og basilikum til viðkvæma økið rundan um eyguni. Rullarin stimbrar lymfurørsluna, og oljan hevur fuktgevandi, grøðandi og sissandi eginleikar.

Lýsing

Ein vakur eygnarullari, sum hjálpir sartu húðini kring eyguni.

  • uppfrískandi og kølandi olja úr agurkufræ
  • sissandi og lekjandi olja úr basilikumfræ
  • reinar kaltpressaðar oljur
  • óviðgjørt, natúrligt og gjørt úr evropeiskum fræum
  • angi: nevtralur
  • miðal løtt olja
  • nýt morgun og kvøld

Kølandi og sissandi eygnaviðgerð

Eygnarullarin er gjørdur við at kaltpressa frískastu fræini frá agurku og basilikum. Olja úr agurkufræ er sera løtt og verður lættliga upptikin í húðini. Hon er kølandi, sissandi og fuktgevandi og fylt við vitamin E, sum er ein natúrligur og sera virkin antioxidantur.

Basilikumoljan sissar og stimbrar leking í húðini. Perfekt til turra, sarta húð kring eyguni. Hon er eisini góð móti húðirritatión, og lýsnar og uppfrískar troytta húð. Hesar báðar oljurnar arbeiða fantastiskt saman. Rullarin stimbrar rørðslu í lymfunum og er ein góður máti at verja húðina kring eyguni frá vindi, kulda og turrleika.

Nýtsla

Eygnarullarin við Agurku & Basilikum varð gjørdur við sartu húðini kring eygunum í huga, bæði fyri at halda hana væl røktaða og fuktaða. Nýt rullarin dagliga, bæði morgun og kvøld, á reinari húð.

Um tú ert súkklari ella býrt eitt veðurhart stað, kann viðmælast at nýta hana gjøgnum dagin fyri at verja húðina kring eyguni.

Stødd/Mongd

10 ml

Tilfar

Vaskivegleiðing

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.