Nani

Food State Multivitamin - 150 stk

Food State Multivitamin - 150 stk

Vanligur prísur 429,00 kr
Vanligur prísur 429,00 kr Tilboðsprísur 429,00 kr
Tilboð Útselt
Íroknað MVG. Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Á goymslu

Við hesari multivitamin tryggjar tú tær eina breiða viftu av týdningarmiklum vitaminum og mineralum í gerandisdegnum. Vælegnað til vaksin, eldri og børn yvir 11 ár, umframt vegetarar og veganarar, av tí at ískoyti er 100% vegetabilskt og veganskt.

Lýsing

MULTIVITAMIN FRA NÆRINGSRIGE PLANTEKILDER

Hetta er ein víðskygd multivitamin, sum inniheldur allar 13 vitaminir og 8 mineralir frá 100% natúrligum keldum. Allar vitaminir og mineralir eru harvið í lívrunnum plantuformi frá millum øðrum bókhveitispírum, acerolakirsiberum og fleiri ymsum fermenteringsháttum.

Hjá Nani velja vit keldurnar við stórum nærlagni. Tað tryggjar ikki bara eina natúrliga keldu, men eisini eina form, sum kroppurin kennir aftur, tí hann minnir nógv um tey føðsluevnini, vit vanliga fáa gjøgnum matin. Tey føðsluevnini, sum eru serliga týðandi og sum kunnu vera torfør at fáa nóg nógv av gjøgnum kostin, hevur Nani tryggjað eru í virknum formi. Hetta fevnir millum annað um D3-vitamin í cholecalciferol-form, K2-vitamin í MK-7 form og lívrunnin mineral, so tú fært tað besta, náttúran hevur at bjóða.

Innihaldslistarnir eru harvið einfaldir og lættir at skilja. Nani pulveriserar føðsluríkar plantukeldur og koyrir í ein kapsil, sum er gjørdur úr plantugrundaðum, fermenteraðum fiprum, kallað pullulan.

🌱 vitaminer frá føðsluríkum plantukeldum

💚 lívrunnin mineralir

🌱 úr bókhvietispírum, acerolakirsuber og fermentering

🌱 eitt ríkt ískoyti úr 100% natúrligum keldum

Keldan til C-vitamin er acerolakirsuber (Malpighia glabra L.). Tey verða nýtt heil, fyri at varðveita eitt høgt innihald av bioflavonoidum og onnur natúrlig føðsluevni úr berinum, so sum fipur, aminosýrur og fitievni

Keldan til jarn er Koji-kultur (Aspergillus oryzae). Koji er ein svampur, sum verður nýttur í eini natúrligari fermenteringsgongd. Hetta gevur eitt lívrunnið jarnískoyti, sum eisini er milt fyri magan.

K2-vitamini verður framleitt við hjálp av fermentering. Ein bakteria, sum er isolerað úr natto (fermenteraðum bønum) verður nýtt og tryggjar vælkenda MK-7 K2-formin.

Keldan til selen er Gerselen. Natúrliga fermenteringin av eini nógv brúktari gerstammu, Saccharomyces cerevisiae, gevur eitt lívrunnið selenskoyti.

Keldan til A-vitamin er betakaroten, er eisini framleidd við hjálp av fermentering.

Folat er somuleiðis framleitt við fermentering (Quatrefolic®).

Bókhveitispíru-kompleksi er keldan til øll hini vitaminini og mineralini í multivitaminini. Bókhveitispírarnir verða dyrkaðir undir sera kontrolleraðum umstøðum, so innihaldið av vitaminum og mineralum í liðnu spírunum samsvarar við tað, sum stendur á etikettini.

Spírarnar verða sjálvandi dyrkaðar uttan GMO, pestisidir og líknandi.

Nýtsla

1-2 kapslar um dagin

Stødd/Mongd

150 stk

Tilfar

Boghvedekompleks (Fagopyrum esculentum Moench), Acerola (Malpighia glabra L.), Koji kultur (Aspergillus oryzae), vitamin E og K2, gærselen (Saccharomyces cerevisiae), betacaroten, folat (Quatrefolic®), kapsel (vegetabilsk cellulose).

Vaskivegleiðing

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.