Nani

Hár Multivitamin - 120 stk

Hár Multivitamin - 120 stk

Vanligur prísur 449,00 kr
Vanligur prísur 449,00 kr Tilboðsprísur 449,00 kr
Tilboð Útselt
Íroknað MVG. Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Á goymslu

Veganska Hár Multivitaminin inniheldur vitaminir og mineralir í lívrunnum plantuformi. Vitaminirnar og mineralini koma úr natúrligum keldum, millum annað bókhvietispírum, bambusskotum (silica) og acerola kirsuberum. Hyggur tú nærri at plantukapslinum, sært tú føðsluríka pulvuri av turkaðum og pulveriseraðum bókhvietispírum, sum størsti parturin av vitaminunum og mineralunum kemur frá.

Við hesi Hár Multivitaminini fært tú eitt kostískoyti sum leggur eyka dent á hár, húð og negl. Allar rávørur eru valdar við nærleika og eru natúrliga ríkar á lívrunnum føðsluevnum. Hár Multivitaminin er eitt multivitamin- og mineralískoyti, sum inniheldur allar 13 vitaminir og allar 8 mineralir.

Lýsing

Multivitamin úr 100% natúrligum keldum - við biotin, lívrunnum selen og zink, umframt silica úr bambusúrdrátti

Hetta fært tú í hvørjum kapsli:

Bókhveitispírar, sum eru keldan til flestu vitaminir og mineralir í hesari Hár multivitaminini. Bókhveitispírarnir verða dyrkaðir í kontrolleraðum umhvørvi, sum tryggjar innihaldi av føðsluevnum, umframt reinleika. Allar vitaminir og mineralir úr spírunum eru harvið 100% natúrlig og lívrunnin.

Bambusskot inniheldur lívrunnið silica.

Acerolakirsuber, sum eru keldan til vitamin C úr natúrligari keldu. Við at nýta heil acerolakirsuber, sum verða turkað og pulveriserað, fært tú umframt eitt natúrligt C-vitaminískoyti, eisini bioflavonoidir, fipur, aminosýrur, fitievni og øll hini fantastisku plantuføðsluevnini, sum krógva seg í berinum.

Kojikulturur, sum er keldan til lívrunnið og milt jarn. Jarn skapt við einari natúrligari fermenteringsgongd úr kojisoppi, sum er kendur fyri sínar mongu góðu eginleikar.

Fermenterað ger, sum er keldan til lívrunnið zink (gerzink) og lívrunnið selen (gerselen).

Bacillus subtilis fermenterað natto, sum er keldan til K2 vitamin. Fermenteringin tryggjar MK-7 K2 formin (Menaquinon-7).

Fermenteringsgongdir, sum eru keldurnar til folsýru. Fermenteringin tryggjar ein methyleraðan form av forlsýru, nevniliga Folat 5-MTHF.

Bjølgmeti og vetgetabilskar oljur, sum eru keldan til eitt breitt E-vitaminískoyti.

✅ vitaminir og lívrunnin mineral úr 100% natúrligum keldum

✅ neyvliga samstilla innihald av biotin, selen og zink til títt hár

🎋 við vambusskotekstrakt (silica)

🌿 veganskt

Vakurt hár er ikki bert úrslitið av rættari hárrøkt, men eisini innara røkt, sum Nani nevnir innara vakurleiki. Rætta mongdin av vitaminum, mineralum og føðsluevnum, sum eru týdningarmikil fyri tín innara vakurleika og at styrkja hárið innanifrá.

Hár Multivitaminin frá Nani er tískil samansett í mun til mongd av teimum 13 vitaminunum og 9 mineralunum í food state formi, sum hevur til endamáls at styrkja títt hár, húð og negl.

Serliga skamtaðu "vakurleika vitaminirnar" í Hár Multivitamin:

Biotin (B7) viðvirkar til at viðlíkahalda sunt húð og hár.

Lívrunnoð zink viðvirkar at viðlíkahalda húð, hár og negl.

Lívrunnið selen verjir kyknirnar móti oxidativari strongd og viðvirkar at viðlíkahalda hár og negl.

Kopar viðvirkar til vanliga pigmentering av hár og húð.

Bambusskotúrdráttur inniheldur natúrliga høgt innihald av lívrunnum silica.

Natúrliga C-vitamin úr turkaðaum og pulveriseraðum acerolakirsuber, sum millum annað verjir kyknirnar móti oxidativari strongd og viðvirkar til kollagenframleiðslu, sum hevur týdning fyri vanliga húð.

Hár Multivitaminin frá Nani er vælegnað til veganarar, øll vaksin og børn yvir 11 ár, sum ynskja eitt ískoyti av týdningarmiklum vitaminum og mineralum í gerandisdegnum.

Við bert tveimum kapslum um dagin fært tú eitt gott ískoyti til kropp og hár.

Nýtsla

2 kapslar um dagin

Stødd/Mongd

120 stk

Tilfar

Boghvedekompleks (Fagopyrum esculentum Moench), bambusskud ekstrakt (Bambusa bambos L.), Acerola (Malpighia glabra L.), Vitamin E, Inaktiv Koji kultur (Aspergillus oryzae) indeholdende jern, Gærzink, Menaquinon-7, gærselen, betacaroten, Quatrefolic®; (6S)-5-MTHF glucosaminsalt, kapsel (pullulan).

Vaskivegleiðing

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.