Best Seller

The Witchery CPH

Húðtonik við Notu (Stinging Nettle)

Húðtonik við Notu (Stinging Nettle)

Vanligur prísur 269,00 kr
Vanligur prísur 269,00 kr Tilboðsprísur 269,00 kr
Tilboð Útselt
Íroknað MVG. Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Á goymslu

Hetta húðtonikið við notu er reint, óviðgjørt og 100% natúrligt. Nota hjálpir móti roða, óreinleikum og skundar undir leking í húðini. Viðmæld til allar húðtýpir, serliga til tín við lyndi til útbrot og akna, og tíl sólskaðar. Fløskan hevur spreylok.

Lýsing

  • viltvoksin nota, heintað og dampdistillerað
  • hjálpir móti roða, útbroti og skundar undir leking í húðini
  • antibakterielt, samandragandi og endurnýggjandi
  • mýkir og lýsnar húðina
  • viðmælt til allar húðtýpir, serliga við lyndi til útbrot og akna, sólskaðar
  • balanserar sebumframleiðsluna

Viltvoksin notutonik

Nota er ein sonn vitaminbumba. Hon er føsluríkari enn spinat, sera burðardygg og trívist væl í natúruni.

Húðtonikið við Notu er gjørt við at dampdistillerað vistfrøðiliga, viltvaksin notubløð, fyri at trekkja fantastisku eginleikarnar úr plantuni. Villar plantur eru føðsluríkari enn veltaðar plantur, tá tær vaksa í sínum sanna umhvørvi.

Nota er antibakteriel, endurnýggjandi og samandragandi, hon skundar undir leking í húðini, hjálpir móti irritatión og roða. Gransking hevur víst, at notuúrdráttur skundar munandi undir brennisár, og fleiri kanningar vísa á, hvussu lekjandi nota er fyri húðina.

Nota er eisini eitt kent hjálpiráð móti ovurviðkvæmi og troytta húð. Hon lýsnar og javnar húðarlitin. Fleiri kundar hava lagt til merkis, at húðin sær meira strálandi út eftir stutta tíð.

Umframt at vera ein lekjari, balanserar nota eisini sebumframleiðsuna og er viðmæld til allar húðtýpir, serliga húð við lyndi til útbrot og akna, húð við sólskaða og veðurfølsama húð. Alt í alt, eitt fantastiskt tonik at halda húðina reina, sunna og fríska.

Nýtsla

Spreya á reina húð. Bíða nøkur sekund og enda síðani við andlitsolju.

Húðtonikið er av hægstu góðsku. 1 kg av bløðum verður nýtt at distillerað 1 L av notutonik (vanliga verður urtatonik tynnt við vatni). Hetta fer tín húð at elska. Tonikið inniheldur natúrliga partiklar av notublaðolju.

Húðtonik við Notu kann nýtast bæði um morgunin og um kvøldið.

Stødd/Mongd

100 ml

Tilfar

Urtica Dioica Leaf Water / Raphanus Sativus Root Extract

Vaskivegleiðing

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.