The Witchery CPH

Húðtonik við Reinfann (Tansy)

Húðtonik við Reinfann (Tansy)

Vanligur prísur 269,00 kr
Vanligur prísur 269,00 kr Tilboðsprísur 269,00 kr
Tilboð Útselt
Íroknað MVG. Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Á goymslu

Hetta húðtonik við reinfann er gjørt við at dampdistillera reinfann. Viðmælt til tín, sum hevur lyndi til roða, at gerast flekkut og fáa irriteraða húð.

    Lýsing

    • antibakterielt, antiinflammatoriskt og soppdrepandi
    • stimbrar leking í húðini
    • minkar um roða og kann hjálpa móti flekking
    • kann hjálpa at javna húðlitin
    • viðmælt til allar húðtýpir
    • trygt at nýta til sarta húð
    • mildur urtakendur angi
    • uttan eftirgjørd evni, ílatingarevni, íblandingarevni, parfumu og skaðilig evni sum heild
    • nýt innan 12 mánaðir eftir upplating, halt burtur frá beinleiðis sólarljósi og hita

    Fyrimunir við reinfann

    Reinfann er ein fantastisk planta, sum hevur nógvar góðar fyrimunir fyri húðina. Reinfann hevur antibakteriellar, antioxidantar og soppdrepandi eginleikar, sum ger hetta til eitt gott húðtonik til øll.

    Reinfann hjálpir móti roða, irritatión og flekking, og inniheldur stórar mongdir av sabinene og kamfur, sum minka um bruna. Húðtonik við Reinfann kann hjálpa húðini at lekjast og heldur húðina sunna og reina.

    Húðtonikið er gjørt við at dampdistillera vistfrøðiligar reinfann blómur, og er viðmælt til øll - serliga tín við búnaðari húð, flekking, roða, eksem, psoriasis og akna.

    Nýtsla

    Spreya á reina húð. Bíða nøkur sekund og enda síðani við andlitsolju.

    Tú kanst eisini nýta húðtonikið, tá tú hevur tørv á einum pick-me-up.

    Stødd/Mongd

    100 ml

    Tilfar

    Vaskivegleiðing

    Spurningar?

    Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

    Veiting

    Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

    Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

    Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.