The Witchery CPH
Húðtonik við Salviu (Sage)
Húðtonik við Salviu (Sage)
Á goymslu
Hetta húðtonikið við vistfrøðiligari salviu er gjørt við at dampdistillerað salviubløð. Salvia er ein planta sum er kend fyri sínar antibakteriellu og reinsandi eginleikar. Viðmæld til oljuta húð, akna og í heitari veðurlagi. Spraya á reina húð, áðrenn tú smyr við andlitsolju.
Lýsing
Lýsing
- sera lekjandi eginleikar
- viðmælt til húð við lyndi til akna og húð við bruna
- antibakterielt, antiinflammatoriskt og soppadrepandi
- mýkjandi og vætandi
- salvia er kend fyri sínar reinsandi eginleikar, bæði fyri kropp og sinn
- framúr tonik til oljuta húð, akna og til teirra, sum liva í heitari veðurlagi
- veikur angi av salviu
- uttan eftirgjørd evni, ílatingarevni, parabenir, íblandingarevni og onnur skaðilig evni
- nýt innan 12 mánaðir eftir áseting, halt úr beinleiðis sólarljósi
Fyrimunir við salviu
Salvia er ein fantastisk urt, sum er kend fyri sínar antioxidantu, antiseptisku og antiinflammatorisku eginleikar.
Húðtonik við Salviu lekir húðina, heldur hana reina og sunna. Tað er samandragandi, strammar porurnar og mýkir húðina.
Salvia er eisini rík í antioxidantum, sum verja húðina frá umhvørvisskaðum, sum kunnu føra til fyritíðar aldring.
Salvia skundar undir sárleking og kann hjálpa við húðtrupulleikum so sum akna, eksem, psoriasis og roða.
Tú kanst eisini nýta salvutonik at balansera oljuframleiðsluna í húðini.
Nýtsla
Nýtsla
Spreya á reina húð. Bíða nøkur sekund og enda síðani við andlitsolju.
Tú kanst eisini nýta húðtonikið, tá tú hevur tørv á einum pick-me-up.
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
100 ml
Tilfar
Tilfar
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Deil
