Nani
Kalsium+Magnesium til Børn
Kalsium+Magnesium til Børn
Fá á goymslu
Hetta er eitt smagsneutralt pulvur, sum bert inniheldur tvær plantur: slýblað og reyðtara, sum natúrliga innihalda lívrunnin bundin mineral, millum annað magnesium og kalsium.
Bæði slýblað og reyðalgur eru kendar fyri høga innihaldi av lívrunnum mineralum, serliga kalsium og magnesium. Harumframt innihalda tær eisini eina natúrliga heild av plantuføðlsuevni, so sum aminosýrur, fibur, flavonoidir og aðrar góðar vitaminir og mineralir.
Lýsing
Lýsing
🌱 Lívrunnið kalsium og magnesium frá 100% natúrligum keldum
💚 Inniheldur einans tvær plantur (og einki annað!)
🥬 Smaksneutralt pulvur úr reyðalgum og slýblað
🥗 Lætt at røra í greyt, hummur o.l.
🦴 Kalsium og magnesium hjálpa at viðlíkahalda sterkar tenn og beinagrind
Reyðalgur eru natúrliga ríkar á lívrunnin mineral, serliga kalsium. Tær verða heintaðar skynsamliga úr havinum út fyri Ísland.
Slýblað er natúrliga ríkt á lívrunnin mineral, serliga magnesium. Hon er hondheintað við vesturstrondina í Fraklandi.
Eitt tilskot av kalsium og magnesium kann hjálpa børnum at viðlíkahalda tenn og sterka beinagrind. Harafturat stuðla kalsium og magnesium undir, at nervaskipanin virkar sum hon skal, og at vøddarnir hava eina vanliga og góða funktión.
Hóast hetta ískoyti er ætlað børnum, er tað eins gott til vaksin! Innihaldið er tað sama, sum er í Kalsium og Magnesium ískoytunum til vaksin. Pulvurið er lætt at røra í til dømis tín shake eftir venjing ella smoothie.
Nýtsla
Nýtsla
Vøran er í pulvurformi, sum lættliga kann skamtast við skeiðini, sum fylgir við.
Kalsium+Magnesium pulvurið kann nýtast á nógvar ymsar hættir. Tað kann rørast í vatn, men kann eisini rørast í greyt, jogurt ella kjøtsósina.
GG: Viðmælt er at røra pulvurið í greyt, guacamole ella hummus. Smoothie og djús kunnu fáa undarligan konsistens orsakað av reyðalgunum og slýbløðunum, sum børnum ofta ikki dámar.
Kalsium úr reyðalgum er sera hitatrygt, og kann pulvurið tískil rørast í heitar rættir. Magnesium úr slýblað er eisini hitatrygt, men viðmælt er at røra pulvurið í til seinast, til dømis í liðna greytin ella sósina.
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
Nokk til 55 dagar
Dagsskamtur er 1,65 g, sum svarar til skeiðia, sum fylgir við.
Ein dagsskamtur inniheldur 500 mg kalsium og 57 mg magnesium.
Tilfar
Tilfar
Reyðalgur (Lithothamnium calcareum) / Slýblað (Ulva lactuca)
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Deil
