Isangs
Kropskrem til sera turra húð
Kropskrem til sera turra húð
Fá á goymslu
Lekkurt kroppskrem grundað á shea- og kakaosmør, pískað til ein kremutan konsistens. Hjálpur húðini við nátúrligu eginleikunum at varðveita vætuna, so sjálvt tann turrasta húðin verður verandi ótrúliga mjúk og væturík allan dagin.
Lýsing
Lýsing
Dregur og bindur vætu í húðina
Ger turra, grova og sprungna húð mjúka
Viðmælt til sera turr øki á húðini
100% Góðkent vistfrøðiligt tilfar
97,5% Fair trade tilfar
Nýtsla
Nýtsla
Gnýggja umleið 1 tsk. av kremi millum lógvarnar og massera inn í húðina við varligum, rundum rørslum. Smyr á lætt vætaða húð, aftaná tú hevur verið í bað. Kremið má ikki koma í samband við vatn, hav tí altíð reinar og turrar hendur. Goym turt - helst ikki í beinleiðis sólarljósi
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
75 ml - umleið 1,5 mánaðir við dagligari nýtslu
Tilfar
Tilfar
Sheasmør*^ / Kokusolja*^ / Sesamolja*^ / Kakaosmør*^ / Plantu glyserin* / Rósmarin bótarevnisúrdráttur* (Rósmarinúrdráttur* & Sólblómuolja*)
*Góðkent vistfrøði
^Góðkent Fair trade/ Samstarvshandil
Pakkitilfar
Tindós úr 40% - 60% endurnýtslutilfarið.
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Deil
