The Witchery CPH

Kropsolja við Bergamot & Sitrón

Kropsolja við Bergamot & Sitrón

Vanligur prísur 249,00 kr
Vanligur prísur 249,00 kr Tilboðsprísur 249,00 kr
Tilboð Útselt
Íroknað MVG. Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Fá á goymslu

Kaltpressaða kropsoljan við bergamot og sitrón er sum summar í eini fløsku.

 Pumpa fæst her.

Lýsing

  • fylt við vitamin E
  • løtt og samstundis sera mýkjandi olja
  • verjir, yngir og sissar húðina
  • bergamot lyftir huglagið, stimbrar vælveru og angar sum eitt summarkvøld
  • angi: sitrus
  • uttan eftirgjørd evni, ílatingarevni, parabenir, íblandingarevni og onnur skaðilig evni
  • nýt innan 12 mánaðir eftir áseting, halt úr beinleiðis sólarljósi
  • gjørt úr EU plantum
  • EU fræ og eteriskar oljur úr Sisiliu

Fyrimunir við aprikos, bergamot og sitrón fyri kropss og sinn

Hendan kropsoljan er ein sannur italienskur dreymur, sum er vorðin veruleiki. Mýkjandi aprikosolja við vistfrøðiligari eteriskari olju, frá einum lítlum handverksdistillaríi í Sisiliu, sum dugir serliga væl at framleiða sitrusoljur.

Nýliga kaltpressað aprikoskjarnuolja (sum er ein løtt olja spekkað við vitamin E, sum hjálpir móti inflammatión og turrari húð) blandað við bergamotolju (ein sannur lekjari, sum samstundis lyftir huglaið og sissar sálina) og sitrónolju (søt og fríklig og hjálpir at reinsa sinni og sissa kroppin).

Bergamot og sitrón hóska fantastiska væl saman og er hetta ein perfekt blanding til allir sitruselskarar.

Nýtsla

Viðmælt er at nýta oljuna eftir bað á fuktiga húð.

Stødd/Mongd

100 ml

Tilfar

Vaskivegleiðing

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.