Leyp til vørulýsing
1 4

Little Lamb

Lummablæa - Stødd 3

Lummablæa - Stødd 3

Vanligur prísur 174,30 kr
Vanligur prísur 249,00 kr Útsølu prísur 174,30 kr
Útsøla Útselt
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan
Stødd
Litur

 

Lummablæan frá Little Lamb fæst í trimum støddum fyri at fáa besta passform til barnið. Blæan fyllur lítið á rumpuni og tornar skjótt.

 

Fá á goymslu: 2 eftir

Lýsing

Uttast er blæan klødd við vatntættari PUL, sum fæst í ymsum litum. Eitt prefold úr bambusi fylgir við, sum kann leggjast í lumman aftan í blæuni. Ovasta lagið í blæuni er mikrofleece, sum skjótt leiðir veskuna víðari niður í innleggið í lummanum, so barnið kennir seg turt.

Blæan hevur lekaverju við beinopini og lastikk í kantunum, fyri at sita væl og halda øllum inni.

Nýtsla

Stødd/Mongd

Blæan fæst í trimum støddum:

  • Stødd 1: 3-9 kg
  • Stødd 2: 9-17 kg
  • Stødd 3: 16+ kg

 

Tilfar

Uttasta lagið: 100% Polyester (laminerað við polyurethan)

Innan: 100% Polyester (Fleece)

Innlegg: 90% Bambusviskosa / 10% Polyester

Vaskivegleiðing

Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Vaska við upp til 60c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Legg nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið.

Sí neyvari vaskivegleiðing her.

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.