Elskbar

Lux vátposi

Lux vátposi

Vanligur prísur 285,00 kr
Vanligur prísur 285,00 kr Tilboðsprísur 285,00 kr
Tilboð Útselt
Íroknað MVG. Veitingarprísur verður roknaður við kassan
Mynstur

Fá á goymslu

Vakur og praktiskur vátposi við tveimum rúmum, 3D-botni og óendaligum nýtslumøguleikum.

Lýsing

Tvey rúm til praktiska goymslu av vátum og turrum lutum

Hesin snildi vátposin frá Elskbar er eitt must-have fyri øll foreldur, sum nýta toyblæur - ella í veruleikanum fyri øll foreldur, sum ynskja at kunna halda skil á øllum hjá smábarninum á ein snildan og vakran hátt. Vátposin er vatntættur og hevur tvey atskild rúm, so tú lættliga kanst halda vátar og turrar lutir atskildar. Hann er frálíkur at nýta heima, á dagsútferðum og longri ferðum, har tú hevur tørv á at hava alt skipað og atkomuligt.

Fjølbroytt reim, sum kann stillast

Innovatima reimsniðið ger tað lætt at tillaga vátposan til tín tørv. Stropparnir kunnu knappast í tríggjar ymsar stillingar:

  1. Fest á barnavogn - Knappast lættliga um handtakið á barnavogininum ella aðrari stong, sum ger tað lætt at hava týdningarmestu lutirnar við hondina.
  2. Long akslareim - Stropparnir kunnu knappast saman fyri at gera eina praktiska akslareim, sum gevur tær møguleika at bera vátposan á økslini
  3. Handhildið h handtak - Til ber eisini at knappa stropparnar, so teir eru sum eitt lítið handtak, sum ger tað skjótt og lætt at taka vátposan við tær í hondini, um tú bert hevur tørv á einari lættari goymsluloysn.

Hetta er heilt vist ein luksus vátposi, tú ikki kanst vera fyri uttan.

Stór rúmd til ymsik endamál

Rúmligi vátposin kann innihalda upp til 8 toyblæur, men nýtslumøguleikarnir enda ikki her. Tú kasnt nýta posan til goymslu av svimjiklæðum, skiftiklæðum, køkslappum, handklæðum, leikum ella enntá tínum beriamboðið. Vátposin er so mikið fjøltáttaður, at hann kann fyrlgja tær á øllum tínum ævintýrum - og tú vilt ikki vera hann fyri uttan á ferðum, har alt skal verða skipað og atkomuligt.

Nýtsla

Ein vátposi kann nýtast til so nógv meira enn bara toybind og toyblæur. Nýt eisini posan til lappar, vát svimjiklæði, leikur, myndatól og fartelefon, tá tú ert á strondini, smyrsl, matpakka o.s.fr. Bert hugflogið setur mørk!

Tá tú fyrst hevur roynt at nýta vátposa, er eingin vegur aftur. Teir eru simpelthen so snildir og kunnu nýtast til alt møguligt!

Stødd/Mongd

Hædd: 38 cm
Breidd: 35 cm
Botnur: 12 cm x 23 cm

Tilfar

100% Polyester við TPU (thermoplastic laminate)

Vaskivegleiðing

Lat posan upp og legg í vaskimaskinuna. Vaska við upp til 60ºC

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.