Elskbar
Menstruatiónsdiskur
Menstruatiónsdiskur
Á goymslu
Menstruatiónsdiskurin er til tín, sum vil kenna teg fría meðan tú menstruerar. Diskurin verjir upp til 12 tímar og kennist sum einki.
Bleytur, burðardyggur og vakur. Úr 100% medisinskari silikonu.
Lýsing
Lýsing
Ein menstruatiónsdiskur er ein endurnýtilig menstruatiónsvøra, sum savnar blóðið í staðin fyri at súgva tað í seg, sum tampax og bind gera. Diskurin er formaður sum ein bleyt og smidlig skál, sum verður sett beint undir lívmóðurháldin. Hann situr hægri enn ein menstruatiónskoppur og skapar ikki vakuum, sum ger at hann næstan ikki merkist. Ein menstruatiónsdiskur kann nýtast í upp til 12 tímar og gevur eina lekafría, burðardygga og frælsa menstruatión. Tú fert heilt sikkurt at elska at nýta hann!
Hvussu brúki eg menstruatiónsdiskin?
Í mun til menstruatiónskopp og tampax, verður diskurin settur hægri í skeiðini - beint undir lívmóðurhálsinum.
Soleiðis gert tú:
- folda diskin á miðjuni, so hann verður á stødd við eitt tampax. Før hann aftureftir móti halabeininum og trýst síðani upp móti kokubeininum
- lat diskin sita í upp til 12 tímar - eisini meðan tú svevur, íðkar ítrótt og sex
- tak hann úr við at hála í lítla, innovativa handtakið
- tøm í vesið
- skola undir krananum og set upp aftur
Við eitt sindur av venjing, verður hetta skjótt ein púra natúrligur partur av tínari menstruatiónsrutinu.
Um tú ert eitt sindur ótrygg at nýta menstruatuónsdiskin í byrjanini, kann tað verða eitt gott hugskot at royna hann ein dag, tá tú bara ert heima. Fyri eyka tryggleika, kanst tú við fyrimuni nýta menstruatiónstrussur ella toybind saman við diskinum.
Vilt tú vita meira? Les stóru vegleiðingina frá Elskbar her.
Tann besti menstruatiónsdiskurin
Menstruatiónsdiskurin er anatomiskt sniðgivin í OneSize, so hann hóskar til flestu kvinnur.
Menstruatiónsdiskurin frá Elskbar er sniðgivin við stórum kærleika og sansi fyri smálutum. Vakra búmerkið av greinum prýðir diskin á innaru síðuni og ger hann til tann vakrasta diskin á marknaðinum.
Eisini hevur Elskbar sniðgivið eitt innovativt handtak, sum ger hann lættari at taka úr enn flest aðrir diskar - perfekt til kvinnur, sum ikki hava roynt disk fyrr.
Diskurin er úr 100% medisinskari silikonu av høgstu góðsu úr Týsklandi, og diskurin livir upp til øll galdandi ISO-krøv og er CE-merktur. Hetta er ein trygg og natúrlig vøra, sum er púra uttan skaðilig evni so sum ftalatir, ílatingarevni, BPA og latex.
Nýtsla
Nýtsla
Tú kanst lesa eina sera gjøgnumførda vegleiðing frá Elskbar her, so tú trygt og lætt kanst koma ígongd við at nýta diskin.
Gott at vita
- nýt ikki diskin, um tú hevur vaginala infektión ella ert ovurviðkvom fyri silikonu
- vaska og sterilisera diskin áðrenn hvørja nýtslu
- nýt ikki diskin í meira enn 12 tímar uttan at taka hann úr og reinsa hann
- má ikki nýtast sum fyribyrging og verjir ikki móti barnsburði ella kynssjúkum
- nýt ikki menstruatiónsdiskin til bløðing eftir føðing
- hevur tú spiral (IUD), er viðmælt er at tosa við læknan, áðrenn tú nýtir disk
- skift diskin, um hann verður skaddur, misfarvaður ella missir sín smidleika
- umhugsa at skifta hann eftir eina infektión
- við rættari røkt kann diskurin halda upp í 5 ár
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
Stødd: Longd 7 cm, Breidd 6 cm
Rúmd: uml. 40 ml
Innihald
- 1 menstruatiónsdisk
- 1 bummullsposa til goymslu
- 1 handbók á 9 málum
Tilfar
Tilfar
100% Medisinsk Silikona
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Hvussu reingerði eg ein menstruatiónsdisk?
Sterilisera diskin í kókandi vatni í 5-7 minuttur
Hvørja ferð tú tømir
Skola diskin í køldum vatni, vaska við mildari sápu og skola væl
Tá menstruatiónin er liðug
Sterilisera diskin í kókandi vatni í 5-7 minuttir, lat hann torna og goym hann í bummullsposanum, sum fylgir við.
Umgang
Sápu við parfumu, oljuvørur og sterkt reingerðarevni
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Deil
