Elskbar

PREORDER: Menstruatiónstrussur - Regular Flow

PREORDER: Menstruatiónstrussur - Regular Flow

Vanligur prísur 385,00 kr
Vanligur prísur 385,00 kr Útsølu prísur 385,00 kr
Útsøla Útselt
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan
Litur
Stødd

BÍLEGGINGARFREISTIN ER 12/9 kl 12. Vøran er tær væntandi í hendi í viku 39-40. (Vit eiga nøkur pør á goymslu, vælkomin at senda okkum boð um tú ynskir at vita hvørjar)

Menstruatiónstrussurnar frá Elskbar úr TENCEL og bambusi eru bæði vakrar og kennast væl at vera í. Regular flow eru væl egnaðar hjá tær, sum bløðir miðal nógv.

Fá á goymslu: 10 eftir

Lýsing

Høgtaljaðar mensturatiónstrussur, sum eru sniðgivnar niður í minstu detaljur. Eitt lítið búmerkið og smalt, bleytt lastikk. Einki tilgjørt tilfar ella erotiskar detaljur. Hinvegin eru tær natúrligar, mjúkar, heitar og kerligar móti tínum menstruerandi kroppi. Regular flow eru væl egnaðar hjá tær, sum bløðir miðal nógv, og rúma upp til 30 ml vesku. Tær eru góðar at nýta um dagin og tú kanst lættliga íðka ítrótt, súkkla, arbeiða og gera alt, tú plagar, meðan tú ert í trussunum. Súgvandi stykkið er sama stødd sum eitt vanligt bind og hevur mjúkastu yvirflatuna úr bambusvelouri og súgvandi lag av bambusterry innan. Regular flow kann eisini nýtast til lætt inkontinens.

Tilfarið er neyvliga valt fyri at fara so væl við umhvørvinum og tínum undirlívi, sum gjøligt. Trussurnar eru primert úr silkimjúkum og umhvørvisvinarligum TENCEL™, sum er gjørt úr træfibrum. Súgvandi løgini í kílanum er úr mjúkasta bambusinum, sum letur húðina anda, er antibakterielt og eitt sera væl súgvandi tilfar. Eisini er eitt lag av vatntættum tilfari (TPU), sum letur húðina anda og forðar blóðinum at treingja ígjøgnum og elva til leka, so tú kanst kenna teg trygga.

Lastikkini er sniðgivin at kennast væl og at ikki geva merkir og stramma um tín menstruerandi búk.

Alt í alt eru hetta sera góðar og væl súgvandi menstruatiónstrussur, sum eru mjúkar og kennast væl at vera í.

Málið

Elskbar setti sær fyri at bjóða kvinnum tær ultimativu mentruatiónstrussurnar. Ynski var at styrkja kvinnur at fevna sína menstruatión og kenna seg elskaðar. Elskbar hevur sniðgivið menstruatiónstrussurnar úr natúrligum tilfari so sum TENCEL og bambus, sum kennist væl og geva tær tað trygdina og komfortina, sum tú hevur uppiborðið.

Slóðbrótandi sniðið hevur eitt lag av hvítum bambusi innan, so tú lættliga kanst halda eyga við tínari menstruatión.

Prei: Royn 2-3 pør fyrst. Tá tú hevur merkt, hvussu væl trussurnar kennast, kanst tú altíð keypa fleiri. Gott er at hava 7-10 pør, alt eftir hvussu ofta tú skiftir trussur, og hvussu ofta tú vaskar.

Nýtsla

Far í menstruatiónstrussurnar, sum vanligar trussur, og ger alt tað, tú vanliga gert. Tá trussurnar byrja at kennast tungar, og blóðið nærkast lastikkinum í kílanum, er tíð at skifta trussur. Skalt tú út av húsinum? Hav eitt eyka par við. Brúktu trussurnar kunnu goymast í einum vátposa, inntil tú kemur heim aftur. Skola trussurnar í køldum vatni, áðrenn tú vaskar tær í maskinuni við 40º. Hang á snórin og nýt aftur og aftur og aftur.

Stødd/Mongd

Tilfar

Primert tilfar: 95% TENCEL™ Lyocell / 5% Elastan
Súgvandi lag: 85% Bambusviskosa / 15% Polyester (3 løg)
Vatntætt lag: 100% Polyester við TPU-membrani

Vaskivegleiðing

Skola trussurnar í køldum vatni eftir nýtslu ella beint áðrenn, tú koyrir tær í maskinuna. Vaksa við 40º. Nýt ikki bleiki- ella skolievni. Vend trussurnar á ranguna og hang á snórin at torna.

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.