Imse + Vimse
Náttbind (3 stk)
Náttbind (3 stk)
Náttbindið sýgur væl og er væl egnað at nýta um náttina ella eftir føðing.
13 á goymslu
Lýsing
Lýsing
Bindið er úr fimm løgum av súgvandi bummullsflonel og á baksíðuni er eitt lag av PUL fyri at fyribyrgja leka.
Nýtsla
Nýtsla
Fest bindið við trýstknappi undir trussunum. Tveir stillingsmøguleikar eru.
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
Trý toybind eru í pakkanum.
Mát
33x8,5 cm
Tilfar
Tilfar
100% Vistfrøðilig Bummull
Baksíða: PUL
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.
Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Toybindini kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60ºc.
Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Share




