Mother-ease
Náttblæubuksur
Náttblæubuksur
Fá róligar og turrar nætur við Náttblæubuksur frá Mother Ease.
Fá á goymslu: 8 eftir
Lýsing
Lýsing
- Líkjast og kennast sum vanligar undirbuksur
- Buksublæa, sum barnið kann lata seg sjálvt í
- Góð súgvievni (625 ml)
- Kennast væl
- Lekaverja við lastikki um bein og miðju
- Vatntættar uttan
- Tríggjar støddir
- Loysa seg búskaparliga í longdini
Náttblæubuksurnar eru sniðgivnar, sum vanligar undirbuksur við eitt sindur meira fyllu. Tær taka heili 625 ml av vesku!
Uttan er blæan klødd við vatntøttum PUL í fittum mynstri, og innan er sera mjúk og væl súgvandi bummull.
Tá blæan verður hongd á snór, skal hon vendast á ranguna, so hon tornar ordiliga.
Nýtsla
Nýtsla
Náttblæubuksurnar frá Mother Ease eru sniðgivnar, sum vanligar undirbuksur, sum kunnu nýtast innanfyri náttklæðini, og barnið sjálvt kann lata seg í og úr. Tær súgva nógv (625 ml) og eru perfektar til børn, sum brúka blæu um náttina.
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
Náttblæubuksurnar fáast í trimum støddum:
- XS: 13,6-18 kg
- S: 18-25 kg
- M: 25-30 kg
Stødd - Vekt - Miðja - Lær
- XS - 13,6-18 kg - 38-53 cm - 25,5-33 cm
- S - 18-25 kg - 40,5-58,5 cm - 30,5-40,5 cm
- M - 25-30 kg - 48-66 cm - 33-43 cm
Tilfar
Tilfar
Uttan: 100% Polyester við PUL
Innan: 82% Bummull / 18% Polyester
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Legg nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið.
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Share



