Elskbar
Natural Snap-In - OneSize
Natural Snap-In - OneSize
Elskbar Natural Snap-In er ein sonn luksustoyblæa, sum fæst í fleiri vøkrum, unisex mynstrum og við sera væl súgvandi innleggum.
Fá á goymslu: 2 eftir
Lýsing
Lýsing
Hetta er ein AIO blæa, har innleggini kunnu knappast úr, sum ger, at hon tornar munandi skjótari, enn aðrar AIO blæur. Øll blæan skal til vask eftir nýtslu, av tí at skelin er klødd við súgvandi tilfari. Vit kunnu kalla hetta eina Snap-In-AIO.
Nýtsla
Nýtsla
Hendan blæan hóskar til børn, sum viga umleið 6-18 kg. Framman eru tríggjar røðir av trýstknappum, sum eru til at stilla støddina á blæuni. Á henda hátt kann blæan vaksa við barninum. Eisini verður blæan latin aftur við trýstknappum framman.
Tvey innlegg fylgja við blæuni: eitt langt og eitt stutt innlegg. Bæði innleggini eru gjørd úr trimum løgum av bambusi og vistfrøðiligari bummull. Bambus er kent fyri at súgva sera væl og er tískil sera væl egnað til toyblæur. Vistfrøðiliga bummullin ger, at innleggini eru deiliga mjúk. Nýtir tú bæði innleggini, fært tú 9 súgvandi løg, sum er sera nógv fyri eina AIO blæu. Toyblæan kann tískil nýtast bæði um dagin og náttina.
Justera súgvievnið
Um barnið pissar eitt sindur, kanst tú velja einans at nýta stutta innleggið, so blæan fyllir deiliga lítið.
Pissar barnið nógv, kanst tú nýta langa innleggið og bukka tað, so tað liggur dupult.
Pissar barnið sera nógv, ella skal blæan nýtast til lúr ella nátt, kanst tú nýta bæði innleggini í senn.
Nýtir tú bæði innleggini, fært tú 9 súgvandi løg. Bukkar tú langa innleggið enn eina ferð fært tú 12 súgvandi løg - og tað er sera nógv!
Soleiðis kanst tú tillaga súgvievnið til tørvin hjá barni tínum.
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
Snap-In blæan frá Elskbar er ein AIO (all-in-one) toyblæa, sum hóskar til børn sum viga umleið 6-18 kg. Toyblæan hevur eina vatntætta skel og tvey innlegg úr bambusi og vistfrøðiligari bummull.
Tilfar
Tilfar
Skel
Innan: 85% Bambus / 15% Polyester
Uttan: 100% Polyester við TPU-laminat
Innlegg
70% Bambus / 30% Vistfrøðilig bummull
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Vaska við upp til 60ºc. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Legg nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið.
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Deil
