Elskbar

Prefold - Bambus

Prefold - Bambus

Vanligur prísur 139,00 kr
Vanligur prísur 139,00 kr Útsølu prísur 139,00 kr
Útsøla Útselt
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Sera mjúk og væl súgvandi prefold við knappum.

 

Fá á goymslu: 3 eftir

Lýsing

Prefoldin mátar 30x39 cm og er gjørd av 3x4x3 løgum av væl súgvandi bambusi. Faldar tú hana við linjunum fært tú 10 súgvandi løg. Faldar tú prefoldina hin vegin, fært tú 9 løg við rumpuna, 12 í miðjuni og 9 løg frammanfyri. Hesin seinni hætturin er sera væl egnaður til børn, sum pissa nógv, ella til náttina.

Nýtsla

Prefoldin hevur tveir knappar, so tú lættliga fær knappað innleggið í Elskbar Cover All ella Snap-In. Kann eisini nýtast til aðrar toyblæuloysnir.

Stødd/Mongd

Mát

30x39 cm

Tilfar

85% Bambus / 15% Polyester

Vaskivegleiðing

Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Legg nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið.

Sí neyvari vaskivegleiðing her.

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.