Imse + Vimse

Trussuinnlegg (3 stk)

Trussuinnlegg (3 stk)

Vanligur prísur 160,30 kr
Vanligur prísur 229,00 kr Tilboðsprísur 160,30 kr
Tilboð Útselt
Íroknað MVG. Veitingarprísur verður roknaður við kassan
Litur

Fá á goymslu

Trussuinnleggið er úr 100% vistfrøðiligari bummull og hevur eitt lag av PUL á baksíðuni fyri at fyribyrgja leka. Væl egnað til gerandisnýtslu fyri útfloð ella lætta bløðing.

Lýsing

Bindið er úr trimum løgum av súgvandi bummullsflonel og á baksíðuni er eitt lag av PUL fyri at fyribyrgja leka. 

Nýtsla

Fest trussuinnleggið við trýstknappi undir trussunum. Tveir stillingsmøguleikar eru.

Stødd/Mongd

Trý trussuinnlegg eru í pakkanum.

Mát

19x7 cm

Tilfar

100% Vistfrøðilig Bummull
Baksíða: PUL

Vaskivegleiðing

Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.

Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Toybindini kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60ºc.

Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Sí neyvari vaskivegleiðing her.

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.