EcoMini
Vátposi at heingja
Vátposi at heingja
Vatntættur posi at goyma eitt nú skitnar blæur í.
Fá á goymslu: 1 eftir
Lýsing
Lýsing
- Ein stórur vátposi úr 4 løgum av vatntøttum PUL
- Sera harðførður
- Hevur tveir stroppar og kann heingjast upp
Stórur vátposi á 40x70cm sum rúmar umleið 25 toyblæur. Vätposin er gjørdur úr 4 løgum av vatntøttum PUL. 2 løg framman og 2 løg aftan, so posin er serliga sterkur og harðførur. Posin hevur tveir stroppar og hann heingjast t.d. aftanfyri hurðina ella á ein knaka.
Nýtsla
Nýtsla
Ein vátposi kann nýtast til so nógv meira enn bara toybind og toyblæur. Nýt eisini posan til lappar, vát svimjiklæði, leikur, myndatól og fartelefon, tá tú ert á strondini, smyrsl, matpakka o.s.fr. Bert hugflogið setur mørk!
Tá tú fyrst hevur roynt at nýta vátposa, er eingin vegur aftur. Teir eru simpelthen so snildir og kunnu nýtast til alt møguligt!
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
40x70cm
Rúmar umleið 25 toyblæur
Tilfar
Tilfar
100% Polyester (laminerað við polyurethan)
YKK snarlás
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Lat posan upp og legg í vaskimaskinuna. Vaska við upp til 60ºC
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Share




