Nani

Við barn - 30 dagsdosur

Við barn - 30 dagsdosur

Vanligur prísur 549,00 kr
Vanligur prísur 549,00 kr Tilboðsprísur 549,00 kr
Tilboð Útselt
Íroknað MVG. Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Fá á goymslu

Kostískoytið VIÐ BARN frá Nani inniheldur 30 brøv við neyvliga útvaldum føðsluevnum til tín, áðrenn, undir og eftir barnsburð - pakkað í praktiskar dagsdosur. Sostatt nýtist tær bert at minnast til eitt dagligt bræv.

💚 vitaminir og lívrunnin mineralir frá natúrligum keldum, m.a. bókhveitispírar og acerolakirsuber

💚 folat í methyleraða 5-MTHF forminum skapt við fermentering

💚 jarn í lívrunnum formi

🪸 natúrlig kelda til kalsium úr reyðalgum

🥬 natúrlig kelda til magnesium úr slýblað

✅ pakkað sum lættar dagsdosur

Lýsing

Í røttum Nani anda eru allar vitaminir og mineralir úr 100% natúrligum keldum og harvið í lívrunnum formi. Millum annað úr bókhveitispírum, sum innihalda vitaminir og lívrunnin bundin mineral. Keldurnar til ískoytini eru altíð útvaldar við nærlagni, og tískil er kalsium úr reyðalgum og magnesium úr slýbað. Keldan til jarn er inaktivur kojikulturur (fermenteringsgongd), sum tryggjar eitt lívrunnið ískoyti av jarni, sum eisini er milt fyri magan.

VIÐ BARN er samansett soleiðis, at tú kanst byrja at taka kostískoytini, tá tú gert av, at tú ynskir at gerast við barn. Undir barnsburðinum er viðmælt at taka ískoyti av folsýru, jarni og D-vitamin - hetta hevur Nani syrgt fyri lættliga kann gerast við liðugt pakkaðum dagsdosum. Praktisku brøvini eru løtt at hava við í taskuni.

Kostískoyti til tín áðrenn, undir og eftir barnsburð og meðan tú gevur bróst

Vitaminir og lívrunnin mineralir úr natúrligum keldum, nevniliga turkaðum og pulveriseraðum bókhvietispírum.

Folat 5-MTHF (Quatrefolic®), ein folsýra, sum er skapt við fermentering, og tryggjar ein methyleraðan form av folsýru. Folsýra stuðlar undir vøkstrinum í vevnaðinum hjá barnakonuni, eini vanligari aminosýrusamanseting og eini vanligari blóðframleiðslu. VIÐ BARN inniheldur 400 mcg pr dagsdosu.

Jarn í lívrunnum formi úr inaktivum kojikulturi, sum er mildur fyri magan og gevur tískil ikki trekan maga. Jarn stuðlar undir vanliga framleiðslu av reyðum blóðkyknum og hemoglobini. Inniheldur 30 mg pr dagsdosu.

Kalsium og magnesium úr natúrligum keldum í lívrunnum formi. Kalsium er úr serstøka reyðalguslagnum, Lithothamnium calcareum, og er sermerkt við at ininhalda lívrunnin bundin mineral, millum annað kalsium, men eisini magnesium. Slýblað, Ulva lactuca, er sermerkt við at innihalda lívrunnið bundið magnesium. Kalsium hevur leiklut í kyknubýtingar- og serstøðumyndingargongdini, og magnesium minkar um møði og máttloysi. Inniheldur 200 mg kalsium og 118,5 mg magnesium pr. dagsdosis.

Vitamin C úr acerolakirsuber. C-vitamin viðvirkar til viðlíkahald av vanligari immunverju, umframt framleiðsluna av kollagen, sum hevur týdning fyri millum annað brusk, tenn, húð og beinagrind. Inniheldur 126 mg pr dagsdosu.

Vitamin A í formi av undanstignum betacaroten, so tú ikki kanst yvirdosera. Viðvirkar til viðlíkahald av vanligum slímhinnum. Inniheldur 2,4 mg betacaroten, sum svarar til 400 mcg A-vitamin.

Vitamin K2 (MK-7 form), skapt við fermenteringgongdum. K-vitamin viðvirkar til vanliga stadning av blóðinum. Inniheldur 30 mcg.

Zink og Selen úr natúrligum keldum í lívrunnum formi úr bókhveitispírum og inaktivum geri. Zink viðvirkar til vanligan fertilitet og nøring. Harumframt hevur zink ein leiklut í kyknubýtingargongdini saman við folat, jarni og vitamin B12. Inniheldur 9 mg Zink og 70 mcg Selen.

Nýtsla

Eitt bræv svarandi til eina dagsdosui inniheldur 2 stk multivitamin- og mineral kapslar (ljósa beiga), 1 stk C / Jarn kapsil (myrka beige), 1 stk kalsium kapsil (hvítur) og 1 stk magnesium kapsil (hvítur).

VIÐ BARN er sersamansett til kvinnur áðrenn, undir og eftir barnsburð. Ískoytini kunnu við fyrimuni takast, tá tú gevur bróst og inniheldur øll neyðug føðsluevni, sum eru viðmæld av heilsustýrinum, herundir kalsium, jarn og folsýru. Heilsustýrið viðmælir eitt dagligt ískoyti av 400 mcg folsýru, 10 mcg D-vitamin, 500 mg kalsium, umframt 40-50 mg jarn úr 10. viku. Nani VIÐ BARN inniheldur eitt dagligt ískoyti av 400 mcg folat (folsyre) í methyleraða 5-MTHF forminum, 10 mcg D3 vitamin úr bókhvietispírum, 200 mg kalsium úr reyðalgum, umframt 30 mg jern. VIÐ BARN er eitt ískoyti av vitaminum og mineralum til tín kost áðrenn, undir og eftir barnsburð. Tú kanst tískil við fyrimuni taka Kalsium ella Jarn+C einstaklingavørur, um tað hóskar betri til tín gerandisdag.

Kann við fyrimuni takast í sambandi við eina máltíð fyrst á degnum. Myrka beige kapsilin við Vitamin C / Jarni kann takast forskotið av restini.

Kann við fyrimuni kombinerast við Alaska Villlaks Omega 3 ella Algu Omega 3 fyri eitt ískoyti av EPA og DHA.

Stødd/Mongd

30 dagsdosur, nokk til ein mánaða

Tilfar

Boghvedekompleks (Fagopyrum esculentum Moench), Rødalge (Lithothamnium calcareum), Søsalat ekstrakt (Ulva lactuca), Inaktiv Koji kultur (Aspergillus oryzae) indeholdende jern, Acerola (Malpighia glabra L.), Proteinkompleks (black strap melasse, maltodextrin, risprotein, inaktiveret Saccharomyces cerevisiae, Lactobacillus acidophilus, Lactobacillus rhamnosus, Bifidobacterium bifidum, bromelain og papain) indeholdende vitamin E og jod.

Gærzink, Menaquinon-7 (vitamin K2), gærselen, fortykningsmidler (natriumalginat og arabisk gummi), vand, betacaroten, Quatrefolic®; (6S)-5-Methyltetrahydrofolinsyre Glucosaminsalt, kapsel (vegetabilsk cellulose).

Vaskivegleiðing

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.