Nani
Vitamin D3 - 90 stk
Vitamin D3 - 90 stk
Fá á goymslu
Eitt 100% plantugrundað ískoyti av D-vitamini í cholecalciferolformi. Sama slag av D-vitamini, sum verður framleitt í húðini, tá hon fær sól. D-vitaminið er vunnið úr bókhveitispírum.
Lýsing
Lýsing
Plantugrundaða D3-vitaminin er úr D-vitaminríkum bókhveitispírum og er tískil natúrliga vegansk. D3 vitaminin er í einum natúrligum plantukompleksi og í sama virknarmikla formi, sum verður framleitt í húðini, tá hon fær sól, nevniliga cholecalciferol. Henda heilt natúrliga kelda ger eisini, at D3-vitaminin inniheldur eitt plantumatrix av øðrum føðsluevnum afturat cholecalciferoli. Millum annað fitievni, aminosýrur, fipur og flavonoidir. Fitievnini í bókhveitispírunum stuðla undir upptøkuna av D-vitamini.
D3-vitamin stuðlar undir:
🌱 upptøkuni av kalsiumi
🌱 vanligari vøddafunktión
🌱 kyknubýting
🌱 vanligari funktión í immunskipanini
Vitamin D3 frá Nani inniheldur 40 mcg cholecalciferol í hvørjum kapsli, og er tí hóskandi til tín, sum ynskir eitt kraftmikið ískoyti í gerandisdegnum.
Um tú heldur vilt hava eina lægri mongd, kanst tú velja teirra multivitamin, sum inniheldur 10 mcg í dagligum skammti, ella taka D-vitamin ískoytið eftir tørvi, til dømis annan ella triðja hvønn dag.
Plantugrundaðu kapslarnir eru gjørdir soleiðis, at teir lættliga kunnu latast upp. Tað smaksleysa bókhveitispulvurið kann síðani rørast í vatn ella smoothie, um tú ikki hevur hug at svølgja kapslar.
Øllum verður mælt til, at taka eitt dagligt ískoyti av D-vitamini í vetrarhálvuni, tá sólin er veik (oktober til apríl). Tað kann vera trupult at fáa nóg mikið av D-vitamini gjøgnum kostin, og vitaminin verður eisini fyrst framleidd í húðini, tá hon fær sól.
D3-vitamin:
🌱 stuðlar upptøkuni og gagnnýtsluni av kalsiumi
🌱 stuðlar undir vanliga vøddafunktión
🌱 stuðlar undir eina vanliga funktión í immunverjuni
🌱 hjálpir at varðveita vanligar tenn og bein
🌱 hevur leiklut í kyknubýtingini
Nýtsla
Nýtsla
1 kapsil um dagin
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
90 stk
Tilfar
Tilfar
Boghvedespire kompleks (Fagopyrum esculentum Moench) / vegetabilsk cellulose (kapsel)
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Deil
