Elskbar

Trussuinnlegg

Trussuinnlegg

Vanligur prísur 99,00 kr
Vanligur prísur 99,00 kr Útsølu prísur 99,00 kr
Útsøla Útselt
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan
Mynstur

Trussuinnleggið frá Elskbar er tunt og diskret og kann nýtast teir dagar, tú ikki bløðir so nógv. Eisini væl egnað fyri eyka tryggleika, nýtir tú menstruatiónskopp ella fyri útfloð.

Fá á goymslu: 3 eftir

Lýsing

Móti húðini er sera mjúkt bambusvelour, innan er eitt lag av súgvandi bambusfrotté og aftan er eitt lag av vatntøttum TPU við vøkrum mynstri.

Hevur tú fyrst roynt toybind, fert tú ongantíð aftur til einnýtis! Toybind klistra ikki til húðina, tá tað er heitt, lukta minni enn einnýtisbind og eru uttan skaðilig evni. Samstundis sparir tú umhvørvinum fyri einari rúgvu av einnýtisbind og -tampax.

Nýtsla

Bindið verður fest um trussurnar við trýstknappum á veingjunum. Knapparnir merkjast ikki. Veingirnar eru úr TPU, sum ikki sýgur, og tískil kemur einki blóð hinumegin bindið.

Stødd/Mongd

Mát

19x5,5 cm

Tilfar

Uttan: 100% Polyester við TPU (thermoplastic laminate)
Innan: 85% Bambus / 15% Polyester

Vaskivegleiðing

Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.

Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Toybindini kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60ºc.

Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Sí neyvari vaskivegleiðing her.

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.